Søga og virkisøki

Martin E. Leo, ráðgevandi verkfrøðingar varð stovnað í 1989 og hevur verið við í mongum verkætlanum síðan. Virkisøki okkara er serliga innan kloakk, hitaverk, sanitet, sprinkling og ventilatión í størri bygningum sum skúlum, røktarheimum, ítróttarhallum, svimjihallum, herundir eisini svimjihyla-reinsiverk. Ein týðandi partur av okkara virksemi er eisini skipanir innan vatnveiting og kloakering við reinsiverkum, eins og ein vaksandi partur er arbeiði við alternativari orku og orkusparandi tiltøkum.

       

Orkukanningar av sethúsum

Vit gera heildarkanningar av húsunum  fyri at staðfesta, hvørjar ábøtur eru neyðugar í mun til orkusparing. Eisini verður kannað, um húsini eru egnaði til grøna orku, og hvat slag av grønari orku hóskar seg best í hvørjum einstøkum føri.



   

Tættleikakanning

Vit gera tættleikakanningar av húsum fyri at staðfesta, um tey eru nóg tøtt. Eini ótøtt hús brúka ov nógva orku, og tey kunnu hava trupulleikar við fukti, soppi og vánaligum inniklima sum heild.



   

Útrokning av orkukarmi í samb. við byggiloyvi

Sambært Bygningskunngerðini skal fyriliggja ein útrokning av orkukarmi, tá søkt verður um byggiloyvi. Hesum kunnu vit taka okkum av.